KÍ missir ein leikara.
Dion hevur enn ikki avgjørt hvussu verður við fótbólti hjá sær í ár. KÌ takkar Dion fyri samstarvið og vónar at tað kann halda fram á einhvønn hátt.
Soleiðis stendur skrivað á heimasíðuni hjá KÍ í dag. Dion spældi við KÍ um vikuskiftið í VFF Kup, men var ikki millum teir, sum spældu fyrstu dystirnar, tá KÍ helst spældi við tí, ið kann roknast at vera sterkasta liðið, ið var tøkt tann dagin. Í fjør hevði Dion sum oftast leiklut sum innskiftari. Hann spældi bert 7 landskappingardystir frá byrjan.
Tað hevur ljóðað, at bæði AB og Skála áður hava víst Dion áhuga.



