Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kamarkonsert í Skálanum

Klaksvíkar Tónlistaskúli

Hóskvøldið 22. februar bjóðar Klaksvíkar Tónlistaskúli til kamarkonsert við næmingum i Skálanum.

Á skránni er blandaður tónleikur, sum er skrivaður til næmingarnar at spæla saman í ymiskum bólkum, strúkarar, blásarar og klaver.

Konsertin, sum er stuðlað av Mentanargrunni Klaksvíkar Kommunu, byrjar kl. 18, ókeypis atgongd.