Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Stjørnan tekur ímóti VB sunnudagin – nú ræður um stuðul frá áskoðarunum

Oliver Joensen

Lagt er upp til ein spenndandi dyst, tá Stjørnan og VB bresta saman í KÍ-høllini sunnudagin

Seinast liðini hittust var suðuri í Vági fyri umleið trimum vikum síðani. Talan var um ein dyst í steypakappingini, har liðini kappaðust um at koma í hálvfinaluna. Kravið hjá Stjørnuni var ein sigur. Dysturin gjørdist rættiliga spennandi, har Stjørnan seinasta 1½ minuttin skoraði tríggjar ferðir. Dysturin endaði við javnleiki, og blivu stjørnukvinnuranr sostatt akkurát ov stuttar til at koma í hálvfinaluna.

Liðini hava higartil leikt tvær ferðir móti hvørjum í landskappingi, og er tað í báðum førunum blivið til sigur til vágskvinnur. Eftir javnleikin suðuri í Vági fyri trimum vikum síðani, hevur unga stjørnuliðið góðar vónir til dystin sunnudagin, og vóna tær, at viðhaldsfólk møta fjøllment fyri at stuðla teimum.

Dysturin byrjar 15.00.