Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjar Vatnleiðingar

Dávur Winther

Frammanfyri bókasavnið verður í hesum døgum grivið. Tað er Vegadeildin, sum grevur veit fyri Vatndeildina at leggja nýggjar vatnleiðingar í.

Á nøkrum fáum strekkum – framman fyri Bókasavnið og norður til Húsini hjá Ragnu Laksafoss, frammanfyri Effo og norður eftir kaiini, har sum Sam leggur at og norður til suðurendan á Heilsøluni liggja gomul stoypijarnsrør. Hesi “grógva til” inna ífrá, sum frá líður. Neyðugt er tí at skifta tey út við plast-rør, (Ø160 PE-rør).

Tí verður í hesum døgum grivið framman fyri Bókasavnið og kemur hetta arbeiðið at taka um tríggjar vikur. So verður farið longur norður eftir Biskupsstøðgøtu og fram við Effo.

Leiðingsarbeiðið er um at vera liðugt eftir kaini á Stongunum. Men av tí, at við egningaskúrarnar og har umvegir eru onkrir lekar, og verða eisini lagdir nýggir leiðingar her.