Hóast eg alt ov sjáldan geri brúk av matstovum, droymi eg næstan hvønn dag um at ein enskan- ella franskan búff, medium stoktan við hvítleyks- ella persillusmørið afturvið – eplabátar – við og uttan onkra flødasós …….. Tá eg so endiliga havi høvið til at vitjað á onkrari matstovu leiti eg altíð eftir onkrum tarva ella kálvakjøti. So leingi sum Brandal livdi, plagdi eg eisini at royna hvítleykssnertan lambarygg og framvegis kann eg njóta neyta lundir – sum Brandal varð sannur meistari at steikja – og sum aðrir kokkar eisini løgdu stóran alsk í.
Men hetta er fullkomiliga broytt síðan Michelin maðurin byrjaði at senda stjørnur til Føroyar.
Tað sum fyrr var arbeiði hjá meistarakokkum, er nú arbeiði hjá køksgentum og kókikonum. Búffarnir eru illa snerktir – og mishandlaðir – á sjálvt fínastu matstøðunum í høvuðsstaðnum.
Føroysku meistara kokkarnir eru fullkomiliga blindaðir av Michelin manninum, og halda seg langt frá at fáast við nakað so trivielt sum ein enskan búff.
Allir kokkarnir sýnast hava fingið hesa virus og stóru búkprúðu kokkarnir, sum ikki einans við evnum, men so sanniliga eisini í síni útsjónd garanteraður fyri góðskuna av matinum, eru útskiftir við piða rituræ, sum renna á hvønn fjallatind at finna skørir og hømiligur til matgerð ella liggja í fjøruni og snodd millum tarabløðini, eftir fliðum, kræklingum og tara.
Eg havi einki ímóti at vit royna at fáa lokka nakrar kræklinga- og gras etandi útlendingar til Føroyar og krevja 2.000 kr. fyri at fóðra tey við kruttum, igulkerum, tara, hjálpirótum og øðrum vit finna í fjøruni í Havn, men eg skilji ikki hví hetta skal raka tað góða og vælsmakkandi neyta- ella lambskjøti.
Tað má framvegis bera til hjá vanliga føroyinginum at fáa eina mettandi máltíð frá meistara kokkum okkara.
Men sum støðan er í løtuni, so óttist eg hvørjaferð at fáa handa menu-korti, tær fáu ferðirnar eg eri á matstovu í Havn.
PS:
Eg skal tó nevna at eg havi havt tann forrætt at fingið lambakjøt serverað í bóndagarðinum í Kirkjubø – og tað varð ein fantastisk máltíð, við einum rabarbuskapils omaná.
– Í Kirkjubø fingu baði kroppur og sál mettuna.
Gleði meg til luftin fer úr Michelin manninum.



