Barnaverndartænastan, Námsfrøðiliga ráðgevingin og Sernám flyta norður á Stangavegin.
Virksemið hjá Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum, Námsfrøðisligu Ráðgevingini hjá Klaksvíkar kommunu og Sernámi flytir nú í onnur hølir.
Flutt verður úr hølunum á Fornagørðum við Klaksvíksveg 7, norður í bygningin hjá Nema við Stangaveg 53.
Orsakað av flytingini kann virksemið á hesum tænastum og deildum vera tarnað nakað komandi dagarnar, men virksemið er væntandi aftur sum vanligt mánadagin 19. mars 2018 við Stangaveg 53.




