Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjálvbjargin búskapur útsettur í fleiri ár

Jóhann Lützen

Í hesum døgum verður ein eykajáttanarlóg uppá smáar 70 milliónir koyrd ígjøgnum Løgtingið. Meira verður brúkt á umleið øllum økjum. Heilsumál, mentamál og almannamál tekna seg fyri størstu útgjaringunum, tilsamans 55 milliónum í eykajáttan. Í mars mánaða og hetta er bara byrjanin!

Framsókn hevur gjørt greitt, at tey finna seg ikki í, at tunlar verða gjørdir Norður um Fjall uttan at fígging er til staðar. Hetta hevði verið eitt erligt sjónarmið, um tað var galdandi fyri onnur øki enn bara Samferðslumálaráðið, men líkt er til at tað er heilt í lagi at gjara út við peningi, um tað ikki er til infrakervið. Samferðsluøkið fær sostatt bara 4 milliónir eyka.

Vit síggja, at nýggjar funktiónir poppa upp í samfelagnum. “Sjúkrahúsreformurin” sær út til at verða endaður við at seta ein superstjóra omaná hinar tríggjar, og samstundis útgjalda meira í løn til allar tríggjar. Á mentamálaøkinum er júst settur ein undirvísingarstjóri fyri eitt nýtt Undirvísingarstýri. Graml er at hoyra um eitt Familjuráð við einum familjustjóra, sum møguliga er í umbúna. Soleiðis “poppa” nýggj stjórastørv upp, og stjórar skulu sjálvandi hava stjóralønir og undirsáttar. Og tað skal fíggjast. 

 

Undanfarni samgongupolitikkur heldur áfram

Tá Tjóðveldi bleiv valt í landins stjórn, varð væntað, at blokkurin fór at verða skorin. Hetta hendi ikki; tvørturímóti bleiv blokkurin fastfrystur fram til 2019, tað vil siga alt valskeiðið. Vit gerast sostatt ikki meira fíggjarliga sjálvbjargin, tá tað kemur til inntøkusíðuna, meðan vit gerast minni fíggjarliga sjálvbjargin, tá tað kemur til útreiðslusíðuna.

Tá Javnaðarflokkurin bleiv valdur í landsins stjórn, væntaðu vit, at hann fór at sleppa forskattingini av pensjónum og rulla flatskattin aftur. Tað seinna bleiv partvíst gjørt, men forskattingina av pensjónum verður hildið rimmarfast um. Sostatt blívur hendan samgongan við at taka frá komandi ættarliðum, og skrúvar forbrúkið upp, soleiðis at tað gerst torførari og torførari at avtaka forskattingina aftur.

 

Útreiðsluvøksturin ger okkum minni sjálvbjargin og útjaðarin gerst meira og meira apatiskur

Meiningakanningin hjá Gallup fyri Vágaportalin var ein vátur vøttur í andlitið hjá øllum fullveldissinnaðum. Bert ein góður fjórðingur vil nú hava loysing. Men hvussu skal tað annars síggja út, tá útreiðslurnar bara økjast og økjast, og lønarvøksturin og eykajáttanirnar gera, at alt yvirskotið verður etið upp, sjálvt um Landsstýrið bæði heldur áfram við at forskatta pensjónir og tekur ímóti 641,8 milliónum úr Danmark árliga? Og snakka ikki um ógvusligu valds- og íløgumiðsavningina í Suðurstreymoy, ið elvir til líkasælu, møguliga mótvilja, millum fólk kring landið – tað er størsta hóttanin móti loysingarstrembanini.

Støðan í Løgtinginum, har andstøðan og partar av samgonguni langa uppskot eftir uppskot fram, sum tey allarhelst fáa meiriluta fyri, gera ikki støðuna betri. Hesi kunnu áleggja Landsstýrinum útreiðslur, samstundis sum tey onga ábyrgd hava fyri at finna fíggingina. Verður til dømis uppskotið um tunnil til Fámjins samtykt, og tað er líkt til at andstøðan fer at atkvøða fyri – um ikki annað, so bara fyri at gera samgonguni fortreð –, so skal Fíggjarmálaráðið finna tær tíggjutals milliónirnar, um neyðugt við lántøku.

 

Ongin inntøkuvøkstur

Samstundis sum alt hetta fer fram, so liggur uppskotið um inntøkur frá fiskivinnuni, ásetingarnar um veiðigjald, í Vinnunevndini, og ongi tekin eru um, at tað kemur út aftur í bræði, hóast allar tíðarfreistir longu eru sprongdar. Tí er ongin lógarheimild at krevja gjøld frá fiskivinnuni fyri tann partin av rættindunum, sum ikki eru fingin til vega á uppboðssøluni. Búskaparráðið hevur eisini víst á, at búskaparvøksturin í 2018 verður nærum heilt burtur, einans 0,5% í mun til umleið 6% í fleiri ár.

Landsins myndugleikarnir mugu fáa eyguni upp fyri, at Føroyar fáa ikki ein sjálvberandi búskap við at seta fleiri almennar stjórar í Havn. Og tað verður ongin loysing uttan Norðoyggjar og Eysturoy eru við. Her mugu aðrir bollar á súpanina!