Leygarkvøldið 24. mars kl. 20.30 verða øll gøtuljós í Klaksvík sløkt í ein tíma. Hetta verður gjørt í samband við heimsumfatandi átakið Earth Hour.
Earth Hour – ella jarðarinnar tími, er eitt altjóða átak, sum varpar ljós á veðurlagsbroytingar, umhvørvisvernd og lívfrøðiligt margfeldni.
Í summum býum verða stór tiltøk hildin í sambandi við átakið, men í Klaksvík heita fyriskipararnir á fólk um at steðga á, seta ferðina niður, sløkkja ljósið, og njóta eina hugnaliga løtu saman við familjum og vinum.
Tað er WWF (World Wildlife Fund), sum í samstarvi við aðrar felagsskapir, stendur fyri átakinum.
Fyriskipararnir heita á øll sum luttaka, um at deila sínar upplivingar á sosialu miðlunum.
Hevur tú hug at vera við? Legg myndir út á sosialu miðlarnar og viðmerk: #connect2earth og #earthhourklaksvík
Earth Hour byrjaði í Sydney í 2007, og í ár luttaka einstaklingar, fyritøkur og kommunur í fleiri enn 180 londum. Á heimasíðuni www.earthour.org kanst tú kunna teg nærri um átakið og frætta hvussu fólk kring allan heim arbeiða við at fyribyrgja veðurlagsbroytingum.



