Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Góð hagtøl hjá Meinhardt: Nærum einki mál ígjøgnum seinastu 9 dystirnar

Jákup Ósá

Meinhardt P. Joensen hevur góð hagtøl at vísa á í sínum seinastu 9 landskappingardystum.

Meinhardt P. Joensen vardi KÍ málið seinastu 7 dystirnar í fjør eins og teir báðar fyrstu dystirnar í ár. Hesar 9 dystirnar eru bara tvey mál farin ígjøgnum. Høgni Eysturoy skoraði tað, ið seinni vísti seg at vera ársins mál í 2018, eina malið fyri B36 og Árni Frederiksberg skoraði beinleiðis fríspark í vindinum í Klaksvík í síðsta umfarinum fyri NSÍ. Felags fyri báðar dystirnar var, at KÍ vann, hóast eitt mál fór ígjøgnum. Tað skal sigast, at fleiri aðrir leikarar eisini vóru við allar hesar dystirnar og tí eisini eiga sín lut í góðu hagtølunum fyri verjupartin. 

 

 

Seinastu 9 landskappingardystirnir hjá KÍ hava endað soleiðis:

2017:

KÍ-NSÍ 3-1

B36-KÍ 1-3

TB/FCS/Royn-KÍ 0-0

KÍ-HB 0-0

Víkingur-KÍ 0-0

KÍ-EB/Streymur 6-0

KÍ-ÍF 4-0

 

2018:

HB-KÍ 0-3

NSÍ-KÍ 0-1