Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Trolararnir hava rokfiskiskap norðanfyri, fullir undir lúkurnar eftir 24 tímar roynd

Oliver Joensen

 

Osmundur Justinussen sigur, at hann veit onki um slíkan fiskiskap síðani í 90 árunum, tá ElNino fyribrigdið hevði verið í hæddini seinast. Sama hendi nú tá hendan kraftiga Elnino var í fjør og fyrra árið, byrjaði at taka av og tað sæst á hitanum í sjónum við Føroyar nú. Eftirvirkningarnir av ElNino byrjaðu í fjør við tilgongd av nebbasild og og annað æti í sjónum. Hitin í sjónum hevur árini framman undan ligið ímillum 9 og 10,5 hitastig, men nú, eftir at ElNino hevur drigið hitan úr luft og sjógvi liggur hitin á sjónum niðri við botnin í ein landnyrðing úr Fugloynni millum  6 og 7 hitastig og tað eru bestu umstøður hjá fiskinum.

Bátarnir sluppu inn í I kassan nú 1. apríl og eftir at hava roynt í eitt samdøgur, komu Sigatindur, Jens Leon og Búgvin á Lorvík, fullir undir lúkurnar. Teir høvdu ímillum 60.000 og 75.000 pund av toski hvør. Sum eg skilji, so kemur Olga Maria eisini inn skjótt. Í øllum førum hava sjey trolbátar fingið fulla last bert eftir einum samdøgri og tað er óhoyrt.

Sum eg segði, so er I kassin bert eitt evarka lítið økið av bestu toskaleiðunum. Eg kann lítið ætlað hvussu nógvur fiskur nú stendur á allar bestu leiðunum “Á Bønum”, sum vit kalla økið norður og vestur úr Mykinesi, og somuleiðis á Norðhavinum.