Sambært heimasíðuni hjá Gjaldstovu Føroya, vóru skattainntøkurnar hjá Runavíkar Kommunu minni fyrsta kvartal 2018 samanborið við fyrsta kvartal 2017. Fyrsta kvartal 2017 vaks skattainntøkan 9,9 % í mun til 2016, meðan vøksturin í skattainntøkurnar hjá Runavíkar Kommunu var 2,3 % fyrsta ársfjóðring 2018 í mun til sama tíðarskeið í 2017.
Februar í 2018 var besti mánaðurin higartil, men í mars í ár vóru inntøkurnar nakað minni enn sama mánað 2017.
Januar Februar Mars Tilsamans
2016 9,35 mió. kr. 12,41 mió. kr. 11,46 mió. kr. 33,22 mió. kr.
2017 10,6 mió. kr. 13,04 mió. kr. 12,86 mió. kr. 36,5 mió. kr.
2018 11,4 mió. kr. 13,65 mió. kr. 12,3 mió. kr. 37,35 mió. kr.



