Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Aftur í 60’ini í Klaksvík 

Tíðindaskriv

Seinastu 2 árini hevur eldri tónleikur og samrøða við legendur verið á vetrarskránni í Spaniastovu. Við støði í hesum verður skipað fyri legendskonsert og stórdansi 5.mai í Badmintonhøllini í Klaksvík.

Farið verður aftur til røturnar, tá streymur varð settur til tónleikin og rokk’n’roll tónleikurin brakaði ígjøgnum í Klaksvíkina og kring oyggjarnar.

Hetta er høvið at hoyra orkestrini Atlantis og Birds úr Klaksvík aftur, eins og landskendu undangongumennirnar Robert Mc Birnie og Martin Joensen koma at spæla við orkestri. Frásøgufólk verður Rudolf Joensen.