El-fyritøkan Elcon, sum hevur sætið í Saltangará, hevur tey seinastu árini ment seg nógv. Frá at hava verið ein minni fyritøka, sum eina mest bjóðaði seg fram í nærumhvørvinum, hevur fyritøkan í dag alt Føroyar sum arbeiðøki.
Karstin Joensen, sum er stjóri og eigari av Elcon sigur, at kjarnukundarnir hjá Elcon í dag eru størri kundar – s.s. vinnan, kommunir og stovnar, og at Elcon framvegis ætlar sær at røkja hendan kundabólk. Samstundis er fyritøkan í ferð við at brynja seg út til fasta sambandið til suðurstreym.
Tvey tey seinastu árini hava vit havt Niclas Hera Jákupson frá felagnum Fegin inni í fyritøkuni sum ráðgeva, og hevur hetta samstarvið verið so mikið gott og mennandi, at vit hava avgjørt at seta hann sum nevndarformann í felagnum, sigur Karstin Joensen at enda.
Umframt Niclas Hera Jákupson fegnast felagiđ um at hava fingiđ Kathrinu Klakk, sum hevur veriđ knýtt at felagnum sum bókhaldari seinastu tvey árini, uppí nevndina.
Í nevndini hjá Elcon sita:
Niclas Heri Jákupsson, nevndarformaður
Kathrina Klakk Nevndarlimur
Karstin Joensen Nevndarlimur




