Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sirið: – Sjálvsagt skulu fólk fáa kanningar og viðgerðir lokalt

Jóhann Lützen

– Tað hevur allatíðina verið aðalmál, at heilsunýskipanin skuldi geva fólkinum betri tænastu, og at vit skuldu gagnnýta samlaða kapacitetin í sjúkrahúsverkinum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskivnna í heilsumálum í viðtalu við Norðlýsið.

Vit spyrja Sirið Stenberg um hennara viðmerkingar, nú vit hoyra í dag at fólk nú altíð hava møguleka at velja tað nærmasta sjúkrahúsið, tá tey skulu taka røntgenmyndir. 

– Tað hevur allatíðina verið aðalmál, at heilsunýskipanin skuldi geva fólkinum betri tænastu, og at vit skuldu gagnnýta samlaða kapacitetin í sjúkrahúsverkinum, sigur Sirið. 

-Nýggja leiðsltoymi hevur tikið uppgávuna til sín, og er nú komin við boðum uppá hvussu vit innan røntgenøkið kunnu gera hetta. Sjálvsagt skulu fólk í norðurøkinum fáa framt allar tær kanningar og viðgerðir, sum møguleiki er til lokalt. Tí eri eg sera glað fyri hesa útmelding, sigur Sirið Stenberg. 

Nú er hetta røntgenøkið, men kunnu vit vænta at síggja hetta á øðrum økjum eisini?

Ja, vit kunnu væntað fleiri líknandi dømi um eitt samstarvandi sjúkrahúsverk, tí leiðslutoymi hevur eisini fingið uppgávuna at arbeiða við felags bíðlista fyri alt sjúkrahúsverkið. Alt samalt sjúklingunum at frama, sigur Sirið

Samanumtikið byrja vit nú at síggja eyðsyndu fyrimunirnar fyri okkum øll tá ið vit eru ein eind, og við fyrimuni kunnu deila uppgávurnar millum sjúkrahúsini. So tað er gleðiligt nú røðin av tilmælum í heilsunýskipanini, sum eru sett í verk, veksur. Eg havi bæði góðar og bjartar vónir um, at sjúkrahúsini við heilsunúskipanini øll fara at mennast, og at tænastan til sjúklingarnar harvið verður enn betri, sigur Sirið Stenberg at enda.