Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pensiónsnýskipanin í Smæruni

Tíðindaskriv

Eldraráðið í Norðoyggjum boðar frá við hesi heilsan til øll eldri í Norðoyggjum, at Bárður Nielsen formaður fyri Sambandsflokkin, Jógvan Skorheim borgarstóri og løgtingsmaður og Eyðgunn Samuelsen , landstýriskvinna verða í Smæruni í Klaksvík, sunnudagin kl. 16.00 og greiða frá um ætlaðu pensiónnýskipanina

Vit hava øll nú so mangan hoyrt í fjølmiðlunum at greitt hevur verið frá um ætlaðu pensiónsnýskipanina , men hava ikki heilt fyngið við hvussu alt hetta tekniska sum vit hoyra skal skiljast , og hvat vit kunnu vænta og hvussu pensiónin er nú  og hvussu pensiónin verður í framtíðini.

Eldraráðið í Norðoyggjum hevur gjørt eina lítla kanning á Facebookfyri at vita  um tørvur er fyri meir kunning um pensiónsnýskipanina.Tað vísti seg at tørvur er á meir kunning.

Tí hava vit heitt á hesar politikkarar , sum vit kenna her í norðoyggjum, um at greiða meir frá hesum. Vit takka teimum so mirðiliga fyri ,at tey geva sær stundir til okkum , tey hava nógv at gerða nú tey skulu verða liðug  við tey mongu mál íð skulu  verða liðug viðgjørd flaggdagin 25. apríl 2018

Ein drekkamunnur verður støðginum.Og høvi verður at seta munnligar og skrivligar spurningar . 

Vinarlig heilsan við ynski um góða heilsu og Harrin  verið við okkum øllum.

Vit gleða okkum ,at síggja tykkum.

Fyri Eldraráiði í Norðoyggjum

Maria Olsen , forkvinna.