Okkara flogbóltsmenn skulu í eldin í kvøld kl. 20 ímóti ÍF. Teir hava brúk fyri øllum góðum stuðli.
Úr Mjølnir leguni frætta vit, at allir mans eru tøkir til dystin. Thorvald Danielsen, liðskipari væntar ein javnan dyst og sigur at teir eru sera uppsettir til dystin.
Landskappingin í flogbólti verður avgjørd við tveimum finalum. Tann fyrra verður leikt í kvøld og tann seinna verður leikt leygardagin. Stendur á jøvnum verður eitt avgerandi sett leikt.
Kom so Mjølnir!!


