Kim Kielsen, sum er formaður í Suimut og fyri grønlendska Landsstýrinum, “vann” grønlendska valið, hóast bæði hann persónliga og hansara flokkur fingu stóra afturgongd á valinum. Teir tríggir, Siumut, Inuit Ataqatigiit og Parti Naleraq, hava sitið í stjórn seinasta valskeiðið, og líkt er til at teir handla fram.
Siumut, ið merkir frameftir á grønlendskum, fekk 27,2% av atkvøðunum í mun til væl meira enn 33% seinast. Flokkurin er ein socialdemokratiskur javnaðarflokkur, og hevur verið sitið á grønlendskum politikki síðani Heimastýrið varð sett á stovn í 1979.
Inuit Ataqatigiit er næststørsti flokkurin og samgonguflokkurin hjá Siumut. Forkvinnan Sara Olsvig er vónbrotin av valinum, har hennara flokkur fór úr 33,2% niður í 25,4% av atkvøðunum. Floksnavnið merkir fólkafelagsskapur, og flokkurin er sosialistiskur loysingarflokkur. IA fekk einans 481 færri atkvøður enn Siumut.
Partii Naleraq fekk 13,4%. Tað er ein stór framgongd til flokkin, ið varð stovnaður í Hans Enoksen, ið fór úr Siumut. Flokkurin er loysingarflokkur, sum gongur inn fyri liberalisering av fiskivinnuni og sigur seg vilja hjálpa teimum veikastu í samfelagnum.
Demokraatit ella demokratarnir fingu 19,5%. Hetta er eisini ein lutfalsliga nýggjur flokkur, stovnaður í 2002. Teir siga seg bara standa fyri einum ábyrgdarfullum búskaparpolitikki.
Attasut er grønlendski sambandsflokkurin, sum bleiv stovnaður árið fyri Heimastýrið. Hann sat í samgongu inntil 2016, men misti alla umboðan í grønlendska landstinginum, eisini kallað Inatsisartut, tá flokslimir fóru úr flokkinum. Attasut bleiv nú valdur innaftur í Inatsisartut, og fekk 8,5% av atkvøðunum.
Spildurnýggju flokkarnir Nunatta Qitornai, ið merkir “eftirkomararnir av okkara landi” og Suleqatigiisitsuit, samstarvsflokkurin, blivu stovnaðir í ávikavist 2017 og í ár. NQ er flokkurin, sum Vittus Qujaukitsoq stovnaði í fjør, og sum vil hava loysing frá Danmark skjótast gjørligt. Suleqatigiisitsiut er hinvegin ein nýggjur sambandsflokkur, sum vil hava økt samstarv innanfyri ríkisfelagsskapin. Báðir flokkar fingu umboðan.
Aleqa Hammond fall
Nunatta Qitornai er í høvuðsheitum ein útbrótaraflokkur frá Siumut. Vittus Qujaukitsoq bjóðaði Kim Kielsen av sum formanni, men tapti formansvalið. Hann fór tí úr flokkinum og stovnaði NQ. Aleqa Hammond, ið er fyrrverandi landsstýrisforkvinna, fór somuleiðis úr Siumut, og slapp at stilla upp í Nutta Qitornai. Men tá avtornaði, fekk NQ bara eitt umboð valt, og tað bleiv Vittus Qujaukitsoq, ið fekk 698 atkvøður. Aleqa Hammond fekk einans 171 atkvøður.
Í 2014 legði Aleqa Hammond frá sær sum landsstýrisforkvinna, eftir at tað kom fram, at hon hevði misbrúkt almennar pengar og brúkt teir privat. Árið eftir fór hon eisini úr Siumut.
Eitt sindur undir 75% av grønlendingunum við valrættu atkvøddu á valinum



