Úrslitini geva greiða ábending um, at munurin millum topp 5 og botn 5 er øktur í mun til í fjør. Í øllum førum í mun til sama part av kappingarárinum.
7 umfør eru leikt og somu 5 lið, ið seinastu trý árini hava endað í topp 5, liggja á 5 teimum fremstu plássunum í løtuni. Munurin er eisini so stórur, at tað skal meir enn eitt umfar til at broyta hetta.
Hyggja vit eftir, hvussu ofta lið frá botn 5 taka stig frá botn 5 liðum, so eru greiðar ábendingar um, at munurin er øktur í mun til í fjør. Tí av 21 dystum higartil millum topp 5 og botn 5 lið, so hevur tað bara fýra ferðir eydnast einum botn 5 liði at fingið stig. Harav er tað EB/Streymur, sum tríggjar ferðir á heimavølli hevur megnað hetta.
Samanbera vit við í 2017, so mugu vit taka fyrstu 8 umførini fyri at fáa nærum eins nógvar dystir. Í teimum fyrstu 22 dystunum millum topp 5 móti botn 5 eydnaðist tað heili 11 ferðir hjá einum botn 5 liði at taka stig frá einum topp 5 liði í 2017. Tá rokna við B36 sum eitt topp 5 lið, hóast teir eftir 8 umfør í 2017 ikki lógu í topp 5.
2017
Fyrstu 22 dystirnir fingu botn 5 liðini stig móti topp 5 liðunum hesar dystirnar:
EB/Streymur 1-0
Skála-B36 2-2
ÍF-Víkingur 1-1
NSÍ-Skála 1-1
Víkingur-07 Vestur 2-2
EB/Streymur-B36 0-0
TB/FCS/Royn-B36 3-2
ÍF-HB 0-0
Skála-HB 0-0
NSÍ-EB/Streymur 1-1
KÍ-Skála 0-0
2018
Fyrstu 21 dystirnir fingu botn 5 liðini stig móti topp 5 liðunum hesar dystirnar:
EB/Streymur-Víkingur 1-1
Skála-KÍ 0-0
EB/Streymur-NSÍ 2-2
EB/Streymur-B36 3-2
Kelda: FaroeSoccer


