Í dag hevur verið nógv virksemi á Skúlatrøð, har lærarar og næmingar hava gjørt klárt til framsýningina, sum verður í morgin, sunnudagin 29. apríl k. 15.
Tað er ikki so lítið, sum verður avrikað innan ymiskar kretivar lærugreinar ígjøgnum ein vetur. Ein partur kann upplivast á Skúlatrøð í mogin. Har eru avrik innan m.a. horn- og silvursmíð, veving, brodering, málningalist, modelsmíð, foto og tónleik verða víst fram.
Tað, sum plagar at savnað nógv fólk er livandi framsýningin av føroyskum klæðum, tá ið fólk ganga í føroyskum klæðum ímeðan Paulina Eliasen, lærari greiður frá ymiskum í sambandi við føroyskum klæðum og brodering.
Skráin er:
15:00 Framsýningin letur upp
16:00 Tónleikur
17:00 Próvhandan
17:05 Livandi framsýning við føroyskum klæðum
20:00 Framsýningin endar
Eisini verður kaffi at fáa í niðastu hædd














