Tað er langt síðani, at KÍ seinast tapti ein landskappingardyst.
Seinast KÍ tapti ein landskappingardyst var 6. august í fjør, tá EB/Streymur vann 2-1 móti KÍ. Tað eru sostatt 18 dystir síðani. Tá tapti KÍ tveir dystir á rað. Vit skulu fýra dystir longur aftur fyri at finna seinast, har KÍ lat meir enn tvey mál ígjøgnum. Tað var eisini ímóti B36, tá B36 vann 5-1 í Klaksvík 18. juni í fjør.



