Nógvar royndir hava gjøgnum tíðirnar verið gjørdar at stýra veðrinum. Í londum við t.d. vínframleiðslu er tað serliga heglingur, sum hevur gjørt stóran skaða, og nógv virði eru farin fyri skeyti.
Góð ár kundu geva nógva grøði fyri góðan prís, men alt hetta stóð ella fall við veðrinum. Heglingsæl kundu brádliga oyðileggja alt, og so hungraði húskið ístaðin.
Heglingur dettur niður úr stórum og ofta myrkum skýggjum, har sum eisini toran slær niðurúr. Í 1500talinum varð roynt at skjóta við kanónum upp í slík skýggj fyri at forskrekkja heglingin. Onkur helt, at tað riggaði fínt.
Men so fóru grannabøndur at keglast og leggja hvønn annan undir at hava rikið heglingsælini inn til sín, og okkurt krav um endurgjald kom. Miðskeiðis í 1700talinum bleiv hetta tí droppað.
Ein háttur at sleppa undan heglingi var at ringja við kirkjuklokkum, men heldur ikki tað vann frama, einamest tí at nógvir klokkarar doyðu, tá ið toran sló niður í kirkjutornið.
Seinnapartin av 1800talinum var heglingurin títtur í Eysturríki og Norðuritalia. Vínmarkirnar vóru fullkomiliga oyðilagdar, og vínbøndur vóru á einum máli um, at okkurt mátti gerast.
Ein vínbóndi, Albert Stiger, fór til verka at gera eina kanón at skjóta eftir skýggjunum við. Kanónin var høg, úr 2 metrum upp í 5 metrar, og hon var sum eitt rør, har sum niðari endi var smalur og tann ovari víður.
Kanónin varð lødd við einum blandi av acetyleni og súrevni, og tá ið skotið gekk av, fór ein trýstalda upp við nógvari ferð upp í skýggið. Ein roykringur fór við upp eisini. Inni í skýnum órógvaði trýstialdan og roykringurin somikið nógv, at eingin heglingur datt niður. Hildu tey.
Ein kanón var ov lítið. Tað hevði stóran týdning at seta nógvar kanónir upp at skjóta saman. Tá riggaði tað best. Søgdu teir. Ein uppseting í Eysturríki var 36 kanónir, sum stóðu kring ein dal. Ein avbjóðing var at finna skikkað fólk til uppgávuna.
Kanónirnar riggaðu ómetaliga væl, tí um aldarskiftið kundu vínbøndur heysta víndrúvur aftur uttan at heglingur hevði gjørt nevniverdan skaða. Kanónin og uppfinnarin gjørdust kend um alt Evropa, seinni eisini í USA og í Kanada.
Júst hvussu kanónin við trýstaldu og roykringi fingu heglingin burtur visti eingin, heldur ikki uppfinnarin.
Bert fá ár seinni vóru nógvar kanónir settar upp ymsastaðni í Evropa – í Norðuritalia vóru 7000 kanónir.
Eftir at kanónirnar høvdu verið brúktar í nøkur ár, fóru vísindafólk at kanna nærri, hvat hetta var fyri nakað. Skjótt var komið eftir, at alt hetta við at tendra í eitt bland av acetylen og súrevni, og at trýstið fór skjótt í einari aldu uppeftir og inn í skýggið saman við royki, var tað reina møsn og kundi á ongan hátt órógva einum skýggi, har sum heglingur fór at detta niðurúr.
Men øll trúðu ikki vísindafólkunum beinanvegin. Farið var tí undir at gera royndir við teimum, og eftir nøkrum árum máttu fólk ásanna, at tey vóru lumpað.
Kanónirnar hvurvu ógvuliga skjótt. Tó eru onkrar eftir – og verða brúktar! – í Týsklandi og í USA.
Veðrið hættar sær ikki eftir føstum leisti. Tað vita vit ógvuliga væl her í Føroyum. Vit hava fleiri fylgjandi vetrar við ódnarveðri, og so koma fleiri fylgjandi vetrar við ongari ódn.
Soleiðis hevur helst eisini verið sunnanlaga í Evropa fyri 120-150 árum síðan. Nógv fylgjandi ár við nógvum heglingi – og síðan nøkur við lítlum ella ongum heglingi.
Alt upplopið við kanónunum er komið í rættari tíð – í einum natúrligum steðgi, tá ið skýggini við heglingi allíkavæl ikki høvdu verið har.








