Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Her haltar í umsitingini hjá Býráðnum

Oliver Joensen

Tað kann ikki annað enn undra, at Klaksvíkar Kommuna sendir út tíðindaskriv um eina viðarlund í Akursmørk, samstundis sum gravimaskinan á myndini gravar í góðari trúgv á Vágsbø. Yviri á Grundum, har okkara kommuna nú hevur gjørt seg inn á fornminni, hevur als einki við Akursmørk at gerða.

Um orsøkin til navnið er sum tíðindaskrivið bendir á, arkitekturin Osbjørn Jacobsen, so hevur hann als ikki sett seg inn í hvat tað er hann arbeiðir við.

Økið Yviri á Grundum hevur sjálvandi fingið navnið, orsakað av, at tað vóru vágsbøndur, ið áttu lendi og frá har teir búði, lógu víkingagrundirnar yvir ímóti markinum til Gerðar.

J. Símun Hansen skrivar í Tey byggja land VII at Vágsgarðar gingu niðan við Ósánni vestantil og vórðu teir – og ikki áin – roknaðir sum mark millum Gerðar og Vág. Akursmørk er bert ein lítil teigur av lendinum har og er longur uppi fram við Ósánni. J. Símun Hansen hevur eitt sera nágreiniligt kort við nøvnum í Tey byggja land VIII  á Planchu XIII, ið liggur uppat síðu 224 í bókini.

Harleywoodpaint