Seta slóðbrótarar í Klaksvík heimsmet í hesum døgum? Møguliga. Tí, eftir hálva øld vera tónleikararnir í Atlantis aftur at hoyra á palli. Vit tosa sjálvandi um Villa Hansen, Tóra Andreassen og Sørmund Olsen, sum vóru teir fyrstu, sum settu streym til tónleikin í Klaksvík.
Hetta hendi tá teir gjørdust húsorkestur í Atlantis í Klaksvík tann 1. januar 1964. Síðani broyttist alt. Dansurin. Beatles hárið. Tónleikurin. Frítíðarlívið. Ungdómurin. Brúksmentanin.
Atlantis tók Klaksvík á bóli og spældu fyri fullum húsum fram til summarið 1966, og er sostatt meiri enn ein hálv øld gingin, síðani teir seinast stóðu á palli.
Nú leygarkvøldið verða hesar legendur so aftur at síggja og hoyra á palli.
Tað verður í Badmintonhøllini í Klaksvík, tá stóra legendskonsertin og stórdansurin eru á skránni frá kl. 20:00 til 03:00.
Tá vera teir allir á pallinum uttan Christoffur Jensen, sum doyði í 2016.
Atgongumerkir á 250 kr. fáast til keyps á atgongumerki.fo, í Leikalund og í Fast handlunum kring landið




