Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hagtølini siga KÍ – Formkurvan sigur Víkingur

Jákup Ósá

Tað eru 4 ár síðani, at KÍ tapti landskappingardyst móti Víkingi. Men í ár eru nógv dømir um, at hagtølini eru skjót at bróta. Formkurvan sigur hinvegin, at Víkingur stendur við betri kortunum.

Hagtølini siga KÍ

– KÍ hevði ikki vunnið í Runavík síðani 2013

– KÍ hevði ikki tapt á útivølli í Trongisvági/Tvøroyri síðani 1991

– KÍ hevði ikki tapt á útivølli móti B36 síðani 2015

– KÍ hevði ikki vunnið 5 teir fyrstu landskappingardystirnar síðani 1969

 

M.a. hesi hagtøl blivu øll brotin, og so er spurningurin, um tað sama hendir sunnudagin, tá Víkingur vitjar í Klaksvík. Víkingur hevur ikki vunnið landskappingardyst móti KÍ síðani 2014. Síðani eru 10 landskappingardystir leiktir uttan at Víkingur hevur vunnið nakran. Tí vera tað helst nakrir sera uppsettir Víkingar, sum seta kósina til Klaksvíkar sunnudagin at broyta uppá hesa røðina við dystum móti KÍ uttan nakran sigur. Hetta er fyrstu ferð síðani 2011, at KÍ eigur tveir heimadystir móti Víkingi.

 

 

Formkurvan sigur Víkingur

Taka vit seinastu fimm dystirnar hjá liðunum, so hevur Víkingur ongan dyst tapt hetta tíðarskeiðið, meðan KÍ hevur tapt tveir og vunnið tveir av seinastu fimm dystunum. Tí hevur Víkingur betri formkurvu at vísa á, og tað skal KÍ so út til at fáa broytt sunnudagin.

 

Sostatt hava bæði liðini nakað at prógva. Leggjast kann afturat, at vinnur Víkingur, so hava bæði KÍ og Víkingur júst sama stigatal sum fyri fyrsta triðingin í fjør. Tá fingu bæði liðini 52 stig, men Víkingur hevði betri málmun.