Borgarstjórin í Hvannasunds kommunu hartar politisku skipanina fyri ikki at finna útav at fremja Tunlarnar norður um Fjall
Irdi Jacobsen er borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. Hon hevur gjørt viðmerkingar til ætlanina hjá Samgonguni at seta pening av til projektering av tunlum og harvið fella uppskotið um alternativan fíggjingarleist.
Irdi skrivar:
Í 2009 samtykti løgtingið nærum einmælt at fara undir nýggjar tunlar norður um Fjall. Tunlarnir vóru tá projekteraðir og klárir at fara í gongd við… pengar blivu tó ongantíð settir av til hesa verkætlanina og tí liggja tunlarnir enn í dag sum eitt projekt niðarliga í onkrari skuffu í Havn.
20 apríl feldi samgongan eitt frálíkt uppskot frá Hvannasunds og Viðareiðis kommunum. Eitt uppskot sum í fyrstu syftu gav P/F Norðoyatunlinum heimild at yvirtaka projektið í skuffuni og seinni at fara í gongd við at fíggja og byggja nýggjar tunlar norður um Fjall
Grundgevingin hjá samgonguni at fella uppskotið var, at pengar (2-3 mió) eru settir av komandi ár at projektera tunlarnir.
Veit ikki um tit trúgva uppá at 2-3 mió til projektering fer at flyta nakað, tí framvegis skulu tunlarnir eisini byggjast. Tann kostnaðurin verður upp móti 400 mió og eg hoyrdi ongan í tinginm siga hvussu pláss skal fáast fyri hesum, hvørki nú ella seinni.
Jú tað ljóðar pent at siga: “tit eru næst í røðini” ella “vit framskunda við at seta pening av til projektering komandi ár”
Men veruleikin er, at eins og í 2009 fæst heldur ikki semja nú um at veruliga fara í gongd við tunlarnir norður um Fjall.
Nei teir vera liggjandi í skuffuni – sum eitt tunnilsprojekt.



