Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fundur um Norðoyastevnuskránna

Mentanardeildin og NFÍ

Nú stundar aftur til norðoyastevnuna, sum í ár verður hildin fyrsta vikuskiftið í juni – fríggjadagin 1. til sunnudagin 3. juni.

Øll við áhuga fyri at vera á norðoyastevnuskránni eru vælkomin á kunnandi fund um skránna í Býráðshøllini í Klaksvík, týsdagin 8. mai 2018 kl. 17.

Gott hevði verið, um tit kundu sagt frá, hvat tit hava á skrá hesa norðoyastevnuna. Eisini ber til seta ein tíðindastubba ella grein um tiltakið í Norðoyastevnublaðið.

Lættasti og skjótasti háttur at boða frá tiltaki til skránna er at fylla út oyðiblaðið á www.klaksvik.fo/tiltok-a-skra.

Best er at boða frá tiltøkum í so góðari tíð sum gjørligt, og seinasta freist at senda inn tilfar til skránna er mikudagin 23. mai.

Vinaliga – og við ynskjum um eina góða norðoyastevnu.

Mentanardeildin og NFÍ