Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Várkonsert í Fuglafjarðar kirkju

Tíðindaskriv

Í annaðkvøld –  mikukvøldið hin 9. mai 2018 kl. 19.00 hevur Fuglafjarðar Sangkór sína árligu várkonsert í Fuglafjarðar kirkju.

Í løtuni venur kórið til ein kórfestival í Ørsta/Volda í Noreg í døgunum frá 16. til 21. mai í ár saman við kórinum í Christianskirkjuni og kemur kórið at taka okkurt av tí tilfarinum á hesi konsertini.

Eins og undanfarin ár syngur kórið blandaðan kórtónleik, alt frá Felix Mendelssohn-Bartholdy, C.V. Stanford til Waagstein og Kára Bæk.

Kórleiðari: Heðin Kambsdal. Urguleikari: Petur Martin Johannesen. Solistar: Eileen Hansen & Linda Toftegaard.