Fyri einum mánaða síðan hevði Tjóðveldi floksting í Klaksvík. Flokstingið samtykti einmælt eitt uppskot frá Norðoya Tjóðveldisfelag nevnt – Føroyar fyri allar føroyingar, ið snýr seg um at leggja alment virksemi og almennar stovnar kring ymsu økini í landinum
Tað er ein ikki sørt bilsin Torbjørn Jacobsen vit fáa í telefonina, nú tíðindi eru at frætta um at nýggi almenni stovnurin Familjufyrisitingin skal liggja í Tórshavn.
Á flokstinginum hjá Tjóðveldi fyri bert einum mánað síðan varð annars í yvirlýsing floksins staðfest at:
Flokstingið samtykti eitt uppskot undir heitinum: Føroyar fyri allar føroyingar! Málið snýr seg um í mestan mun at javnseta ymsu økini í landinum, serliga viðvíkjandi almennum virksemi og stovnum. Útoyggja- og økismenningarpolitikkurin, sum flokkurin hevur verið leiðtogari fyri, skal setast á skrá av nýggjum. Tað er umráðandi fyri flokkin, at allar Føroyar vaksa og ikki bara nakrir fáir miðsavnaðir deplar í landinum.
Stovnurin Familjufyrisitingin hoyrir undir Heilsu- og Innlendismálaráðið, har landsstýriskvinnan og tjóðveldiskvinnan Sirið Stenberg ræður fyri borgum.
– Eg standi spyrjandi í mun til eitt uppskot sum Tjóðveldi júst hevur samtykt á Flokstinginum og sum nú ein av teimum mest maktfullu politikarunum í flokkinum, gongur beint í móti, sigur Torbjørn Jacobsen í viðmerking til Norðlýsið.


