Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nógvar myndir frá mótmælisgonguni hjá oyggjafólkunum í Tinganes í dag

Oliver Joensen

Nólsoyingar vóru helst talflestir í dag, og teirra millum smæddist Anfinnur Nielsen, kendi klaksvíkingurin, sum hevur búð í Nólsoy nú í skjótt eitt mannaminni, smæddist ikki burtur. Honum var litið upp í hendur at geva samgonguni 17 klovnanæsar ókeypis, og tað gjørdi hann við maner.

Meira verður frá Norðlýsinum seinni um mótmælisgonguna. Men samanumtikið kann sigast, at tað var sera lítið nýtt, landsstýrismaðurin, Hendrik Old, kundi koma við. Hann tosaði mest um tað, hann ikki hevði fingið ígjøgnum higartil, men lovaði at enda, at hann fór at arbeiða skjótt.

Eitt ófrávíkiligt krav frá mótmælisfólkunum var: “Úr “oldtíð” í nútíð!”