(Dystarfrásøgn) Annað vikuskiftið á rað fekk mótstøðuliðið bjargað sær stig seinastu løtuna í Klaksvík. Talan var um tveir ymiskar hálvleikir, har fyrri hálvleikur var nærum púra uttan málmøguleikar, meðan KÍ í seinna hálvleiki vísti nakað av tí, sum liðið vísir, tá tað gongur væl.
Bæði liðini vóru nógv skerd í dagsins dysti. Hjá KÍ manglaði m.a. Deni Pavlovic, meðan Jóannes Bjartalíð byrjaði á bonkinum vegna skaða. Hjá NSÍ manglaði m.a. Bárður J. Hansen og Klæmint A. Olsen. KÍ byrjaði í eini 4-4-2 leikskipan, meðan NSÍ spældi í eini 4-2-3-1 leikskipan.
Fyrri hálvleikur lítið verdur
Í fyrra hálvleiki var talan um vánaligt undirhald. Liðini høvdu stóra virðing fyri hvørjum øðrum og tóku ongan váða. Tí bleiv sparkað langt so skjótt sum nakað ivamál var. Av tí sama skuldu vit til 29. minutt, áðrenn KÍ fekk ein brúkiligan møguleika, tá Páll A. Klettskarð skallðai uppum og løtu seinni hevði Árni Frederiksberg langskot, sum fór viðsíðuna av. NSÍ hevði bóltin í málinum beint áðrenn hálvleik, men dømt bleiv fyri rangstøðu.
Nakað av gamla KÍ í seinna hálvleiki
KÍ hevur í eina tíð ikki sæð út sum nakað topplið, og vit hava ikki sæð stórt yvirskot á liðnum. Onkran dyst hevur liðið verið ógvuliga tamt og eisini í fyrra hálvleiki í dag manglaði nógv. Men í seinna hálvleiki ernaðist KÍ, og hetta var frægasti hálvleikur, sum KÍ hevur havt í eina tíð. Í hálvleikinum komu Ísak Simonsen og Jóannes Bjartalíð inn, og teir vóru við til at seta ferð á KÍ liðið frameftir vøllinum. KÍ kom á odda í 54. minutti, tá Páll A. Klettskarð spældi Boris Dosljak leysan og hann lyfti bóltin uppum NSÍ málverjan. Hetta málið sá út til at hjálpa KÍ, sum fekk skapt fleiri góðar møguleikar eftir málið og skuldi nokk havt punkterað dystin. Páll var fleiri ferðir nær við og størsta møguleikan átti Jóannes Bjartalíð, og tá skuldi hann havt økt til 2-0. NSÍ søkti eisini at KÍ málinum, men stórir málmøguleikar spurdust ikki burturúr. Hinvegin fekk NSÍ nógvar deyðbóltsstøður gjøgnum allan dystin og við slíkum støðum, so verður bólturin sendur kring KÍ málið, og tá skal ikki meir enn ein tilvildarlig støða til, so er mál. Og tað var hetta sum hendi. Eftir hornasparksstøðu slapp Árni Frederiksberg at leggja útfrá til Einar Tróndargjógv, sum skeyt móti málinum langt úti frá. Bólturin kom í eitt KÍ bein og snýtti KÍ málverjan so mikið, at tað bleiv 1-1. Eftir tað kom ikki stóri mál møguleikin, hóast serliga KÍ royndi at leypa á. 1-1 var endaliga úrslitið, og tað var neyvan so óvæntað úrslit fyri ein dyst millum tvey lið, sum hava havt tað trupult seinastu tíðina. Útfrá mál møguleikum, so hevði KÍ munin, men NSÍ hevði bóltin nógv í tíðarskeiðum og hevði eisini so mikið nógvar deyðbóltsstøður, at fyrr ella seinni mátti onkur vandastøða spyrjast burturúr tí.
Hava trupult við at fylgja við havnarliðunum
Havnarliðini HB og B36 hava verið bestu liðini í føroyskum fótbólti í ár. Serliga seinastu tíðina hava tey víst nógv hægri støði enn hini og 10. umfar bleiv eisini eitt umfar, har havnarfeløgini vunnu í mun til KÍ, Víking og NSÍ, sum hava myndað toppin seinastu tvey árini. Javnleikurin í dag gjørdi, at NSÍ og KÍ mistu í mun til HB og B36. Hjá KÍ vóru glottar í seinna hálvleiki, tá liðið tóktist meira agressivt enn leingi og eisini skapti møguleikarnar, sum skuldu til. Málið hjá NSÍ var av tilvildarliga slagnum, og so skuldi KÍ gjalda prísin fyri ikki at punktera dystin. Hetta var aðru ferð á rað og báðar ferðir á heimavølli eftir deyðbóltsstøðu, at KÍ letur mál inn seinastu løtuna, sum kosta stig.






















































































