Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tvørmegi fer undir danska dopingeftirlitið Anti Doping Danmark

Tíðindaskriv

Danskt eftirlit er einasti møguleiki, tí eingin føroysk skipan er tøk til venjingarmiðstøðir í Føroyum enn

Sum fyrsta venjingarmiðstøð í Føroyum fær Tvørmegi nú limaskap í Anti Doping Danmark, soleiðis at neyðugt gjøgnumskygni verður í venjingar- og kappingarhøpi.  Tvørmegi hevur greiðan antidoping-politikk, men eingin føroysk eftirlitsskipan er, soleiðis at eitt løggilt eftirlit kann tryggjast í verki.

 

Tvørmegi:

“Vit halda,  at dopingeftirlit hevur stóran týdning, og tað er serliga viðkomandi innan kraftítrótt, har rørslur, sum eisini ganga aftur í CrossFit,  eru uppií. Tí fær Tvørmegi nú, sum fyrsta fitnesstøð í Føroyum, limaskap í  Anti Doping Danmark. Hetta er at kalla ein fyribilsloysn, inntil møguleikar vera í føroysku skipanini at tryggja neyðuga eftirlitið. Tvørmegi er farið í  samstarv við ÍSF at fáa hetta í lag, og vit eru sera fegin um stuðul og ráð frá ÍSF. Nú verður skipan har eftirlitið kann koma at vitja ófráboðað,  tá vanlig venjing er, og tá kappingar verða fyriskipaðar.”

 

ÍSF:

“ÍSF er sera fegið um, at Tvørmegi sum fyrsta venjingarmiðstøð hevur gjørt avtalu við ADD. Vit fara nú at bjóða øllum hinum venjingarmiðstøðunum í Føroyum til kunningarfund, og okkara vón er sjálvandi at allar sum ein gera avtalu við ADD um antidoping samstarv, soleiðis at foreldur at ungum íðkarum kunnu kenna seg vís í, at teirra børn venja í einum umhvørvi, sum aktivt tekur frástøðu frá doping.”