Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkar Tónlistaskúli konsert í Miðhøllini

Tíðindaskriv

Hóskvøldið 24. mai kl. 19.30 skipar Klaksvíkar Tónlistaskúli fyri konsert við næmingum í Miðhøllini á Skúlatrøð.

Nú nærkast endanum av hesum skúlaári og næmingarnir skulu framføra nakað av tí, tey hava lært og vant í vetur. Nakrar konsertir hava verið í Býráðshøllini og næmingarnir hava vitjað ellis- og røktarheimini, har tey hava spælt fyri búfólkum og starvsfólkum. Á konsertini hóskvøldið spæla ymsir bólkar, Flykra, sum eru tvørfloytur, cello og klaver, Norðstjørnan (blokkfloytur, tvørfloytur, guitar, bass, klaver og trummur), Norðanvindar, (blásarar og klaver), tvørfloytubólkur, strúkarar og klarinettir. Eisini spæla klavernæmingar.

Mikukvøldið 30. mai kl. 19.30 luttaka næmingarnir eisini á konsert saman við Nes Sóknar Musikkfelag í Glyvra kirkju og í sambandi við Norðoyastevnuna verður konsert í Christianskirkjuni fríggjakvøldið 1. juni kl. 19.30. Øll eru vælkomin til konsertirnar, atgongd er ókeypis.