Beint eftir miðnátt í gjárskvøldi byrjaði eitt umfevnandi hackaraálop á tíðindasíðuna Local.fo, sum borðreiðir við tíðindum úr Føroyum á enskum.
Talan var um eitt sokallað DDoS (Distributed Denial of Service) álop, sum sendi fleiri enn 200 falskar fyrispurningar til síðuna um minuttin og tyngdi servararnar. Hetta førdi til, at heimasíðan ikki kláraði trýsti og hevur ligið lamin fram til klokkan 10 í dag, tá álopið var av.
Tað er ilt at siga hvør tað ítøkiliga er, sum hevur framt álopið, men sannlíkindi eru fyri, at álopið varð framt av umhvørvisfelagsskapum í samband við grindina, sum varð dripin í Gøtuvík fyrradagin.
– Fyri fáum árum síðani vóru líknandi álop framd á fleiri stórar føroyskar heimasíður í samband við grindamótmæli, men seinastu tíðina hevur verið friður, og tí meta vit, at júst hetta álopið hevur samband við grindina, sum legði beinini í Gøtuvík fyrradagin, sigur Jens Hákun Leo, ábyrgdarstjóri hjá Local.fo.



