Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Betri høvuðsstuðul hjá Klaksvíkar Judofelag

Tíðindaskriv

Klaksvíkar Judofelag hevur gjørt stuðulssáttmála við Betri fyri kappingarárini 2018-2021, har Betri verður høvuðsstuðul hjá Klaksvíkar judofelag.

Klaksvíkar Judofelag var endurstovnað í  desember 2016 og hevur 75 limir. Felagið er eftir stutta tíð vorið stórsta judofelagið í Føroyum.

Magnus Pauli Glerfoss, formaður í Klaksvíkar Judofelag sigur: “ Vit fegnast um, at Betri vísir okkum tað álit at gerast høvuðsstuðul hjá okkum. Stuðulin frá Betri gevur okkum møguleika at keypa eina nýggja máttu til okkara venjing. Góðir stuðlar hava ómetaliga stóran týdning fyri Klaksvíkar Judofelag. Judo er meira enn ein ítrótt. Judo er samanhald, virðing, motorikkur og uppaling av børnum og vaksnum. Vit arbeiða við støðugt at menna felagið og fáa fleiri limir. Venjingarútgerð og venjingartíðir hava nógv at siga.  Stuðulin frá Betri gevur okkum møguleika at leggja enn størri orku í hetta arbeiðið.”

Margareth Djurhuus, leiðari hjá Betri í Klaksvík sigur: “Vit eru fegin um at stuðla Klaksvíkar Judofelag. Felagið hevur nógvar ungar og evnaríkar íðkarar. Judoítróttin er vaksandi og hava Føroyar fleiri ferðir vunnið heiðursmerki í Judo uttanlands, millum annað á Oyggjaleikum. Venjingar- og kappingarumstøðurnar betrast munandi við nýggju máttuni og hetta skuldi givið Klaksvíkar Judofelag møguleika at gera seg enn meira galdandi innan Judo í Føroyum og runt um í heiminum. Betri hevur millum annað sum mál at betra um umstøðurnar hjá okkara kundum í nærumhvørvinum og vit fegnast um, at vit saman við Klaksvíkar Judofelag kunnu skapa ein betri tryggleika og trivnað í Klaksvík fyri borgarar í øllum aldursbólkum.

Vit ynskja Klaksvíkar Judofelag góðan byrð og gleða okkum til samstarvið komandi árini.”