Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Landstýrið gíslatekur Klaksvíkar Kommunu

John William Joensen

Gunvá við Keldu, býráðslimur í Klaksvík sigur, at tað er hugaligt at frætta í miðlunum at landsstýrið er í Suðuroynni fyri at kanna hvat kann gerast fyri at menna Suðuroynna. Men samstundis, sum hetta hendir hevur landsstýrið skapt eina álvarsama kreppu í Norðoyggjum, sum nú møguliga noyðir Klaksvíkar Kommunu at taka lán fyri at hava pengar at rinda rokningar og lønir

Gunvá við Keldu, býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu og sum tók við sum borgarstjóri, tá fíggjarkreppa herjaði og nógvar tungar avgerðir máttu takast fyri at fáa kommununa á rætta kós aftur, er skelkað av ómenniskjaligu framferðini hjá landsstýrinum ímóti Klaksvíkar kommunu.

– Í longri tíð hevur ósemja verið millum Klaksvíkar Kommunu og Fíggjarmálaráðið um eitt lán á 17 mió. kr., sum hoyrir til eldraøkið í Norðoyggjum. Av hesi orsøk, hevur landsstýrið, trúgv tí ella ikki, afturhildið stívliga kr. 50 mió. kr. Hetta er í míni verð óskiljandi.

– Norðoya Bú- og Heimatænasta, sum er javnbjóðis samtarvið innan eldraøkið í Norðoyggjum, eigur lánið uppá 17 mió. kr., men Fíggjarmálráðið hevur kravt at Klaksvíkar Kommuna tekur lánið við í kommunala roknskapin og harvið økir um kommununnar lánibyrði. Hetta hava vit ikki hildið vera rætt, og hóast talan er um eina tekniska ósemju um nøkur roknskaparlig viðurskifti, hevur landsstýrið nú afturhildið ískoyti higartil uppá stívliga 50 mió. kr., sum landið eigur at rinda kommununi fyri at umsita eldraøkið.

– Støðan er nú somikið álvarslig, at hetta nú rakar beinleiðis gjaldførið hjá kommununi. Fyri at hetta ikki skal ganga út yvir tænastuna, sum kommunan veitir sínum borgarum, eisini eldri og óhjálpnum borgarum, er kommunan møguliga noydd at taka lán fyri at rinda hvørjum sítt.

– Tað er óhoyrt og fullkomiliga óskiljandi, at eitt landsstýrið á slíkan hátt beinleiðis fremur ágang móti einum økið í landinum, sum allatíðina konstruktivt hevur tikið hond um eldraøkið og betra umstøðurnar síðani kommunan yvirtók økið, og ongar skruplir hevur við at brúka allar borgarar í Klaksvík sum gíslar.

 

Kenst sum ein hóttan imóti Norðoyggum

Gunvá við Keldu sigur, at hetta landsstýrið alla tíðina hevur kenst sum ein hóttan ímóti Norðoyggjum. Tey hava lagt gjøld oman á gjøld á vinnuna, sum í stóran mun virkar í Norðurøkinum, og við fiskivinnunýskipanini tóku tey ein týðandi part undan tilfeinginum, sum vit í Norðurøkinum liva av.

– Landsstýrið hevur boðað frá, at ætlanin er at krevja peningin, sum landið hevur gjørt í Norðoyatunnilin, aftur frá vinnuni og borgarum í Norðoyggjum og fyri fyrstu ferð í nýggjari føroyskari vinnulívssøgu er einans eitt skip úr Norðoyggjum í Barentshavinum.

– Fyri at sleppa at sita í Tinganesi, noyðist landsstýrið at lurta eftir borgarstjórum og politikarum úr suðurøkinum, meðan samgongupolitikarar úr Norðoyggjum eru avmarkaði til leiklutin, bara at sita og hyggja at politikkinum ið verður førdur.