Sum framhald av ruddingini í brátt farnu umhvørvisdøgum, vóru fólk frá kommununi úti og ruddaðu við grabba í Ósánni og í fjøruni niðanfyri Føroya bjór í dag.
Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini sigur, at nógv verður lagt fyri at rudda og halda býin og kommununa reina og ruddiliga.
– Í samband við umhvørvisátakið vóru fólk røsk at rudda úti í býnum, men tað er neyðugt at halda stand hvønn dag, og kommunan skal ganga fremst í hesum arbeiðnum, og sjálvandi serliga, tá tað ræður um hesi størru tingini. Tað er ein týdningarmikil liður í at gera Klaksvíkar kommunu vakrari og meira umhvørvisvinarliga, sigur Kristian Eli Zachariasen.







