Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Allur bakkin skítur beint oman í fjøruna. Fúl skomm fyri Klaksvíkar kommunu

Jóhann Lützen

Tá Norðlýsið í morgun bar tíðindini um eitt opið kloakrør, sum lá oman úr Seglvirkinum, fekk tað nógvar reaktiónir.

Tað sær út til at vit einans hava skavað yvirflátina av kloakproblematikkinum. Tað vísur seg at líknandi kloak trupulleikar eru runt buktina. 

Umframt at rørið oman úr Seglvirkinum ikki sær tespiligt út, so hava vit á Norðlýsinum fingið hópin av reaktiónum um at hatta ikki er einasta staðið har kloakeringin er nøktandi. 

Ein ónøgdur borgari skrivar. 

– Kom so norð á Stengur! Allur bakkin skítur beint oman í fjørina. Havi gjørt vart við tað fleiri ferð, uttan úrslit. Fúl skomm fyri Klaksvíkar kommunu og óvirðiligt fyri okkum, sum búgva har. 

Norðlýsið fer at varpa meira ljós á henda trupulleika. Vit frætta fegin frá fólki, ið hava slíkar upplivingar. Vit fara at gera samrøðu við Kristian Eli Zachariassen, formann í umhvørvisnevndini hjá Klaksvíkar býráð. 

 

 

 

Harleywoodpaint