Bátsforkvinnan á Páll fanga hevur gott mót, men staðfestir, at tað er trupult at meta um kappingarárið.
Leygardagin verður fyrsti FM róðurin í 2018 á Norðoyastevnu í Klaksvík. Hjá 6-mannaførum við kvinnum luttekur Páll Fangi frá KRF. Páll Fangi vara eisini við í fjør, men tá var báturin langt frá teimum bestu. Í ár er nýggj samanseting.
Norðoyastevnan gevur svar
Sigrid Ey. Justesen er bátsforkvinna á Páll Fanga, og hon er varin við at seta vónirnar ov høgt, tí so nógvir ókendir faktorar eru.
– Eg vildi sagt, at vit eru væl fyri og hava roynt at fyrireika okkum væl. Allar uttan ein hava ró fyrr, men vit hava ongantíð róð saman. Hóast vit eru nýggj samanseting, so hava vit gott mót og taka avbjóðingina, sum liggur fyri framman, við góðum treysti. Vit vóna at liggja á oddanum, men av tí at næstan allar manningarnar eru nýggjar, er ilt at siga nakað. Vit vita heldur ikki, hvussu hinir bátarnir eru fyri. Men tað fáa vit svar uppá Norðoyastevnu, sigur Sigrid Ey. Justesen.
Seinasta leygardag róðu Páll Fangi og Lómur í ódnartøkum. Tá vann Páll Fangi ein róður og Lómur tveir róðrar.












