Markið fyri bátum at rógva samstundis í Klaksvík er 15, so leygardagin koma vit at síggja alt róðrarøkið brúkt, tá 5-mannafør við gentum fara at rógva.
Tá 15-mannafør við gentum fara at rógva á Norðoyastevnu vera 15 manningar. Allir bátarnir skulu rógva í sama róðri. So nógvir bátar hava sjáldan róð samstundis áður. Tó hevur okkurt ár verið róð í tveimum og síðani við finalu.
Norðlýsið hevur fingið upplýst at minsta breidd á róðrarøkinum í Klaksvík er áleið 170 metrar. Ásetingar fyri kappróðrarøkið í grein 12 sigur m.a.: Breidd millum bátarnar: 11,5 metrar. Maks kappróðrarbátar á økinum í Klaksvík kunna sostatt verða 14,78 bátar, ið verður runda upp til 15 bátar.
Sostatt verður alt róðrarøkið brúkt, tá hesin róðurin verður á skránni.


