Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gott veður restina av vikuni

Hanus Kjølbro

Barometrið er høgt í dag, og tað fer tað eftir øllum at døma eisini at vera næstu 5 dagarnar. Hátrýstveður er vanliga = gott veður.

Hyggjandi eftir veðurkortum fyri teir næstu 5 dagarnar sæst einki, sum broytir stórvegis upp á veðrið.

Hetta til middags sunnudagin fer vindferðin ikki upp um 5 m/s, og tað fer ikki at regna.  

Ættin í dag, í morgin og fyrrapartin fríggjadagin er eystan ella landnyrðingur-eystan.

Seinnapartin fríggjadagin fer ættin niður í sunnan, og soleiðis verður eftir øllum at døma leygardagin eisini. Sunnudagin silvitni.

Hitin liggur um 8-9 stig í morgun. Væntandi fara hitamátarar at vísa nøkur stig meiri út á dagin í dag. Í vikuskiftinum fer tað at vera nøkur stig heitari.

Skýloftið fer at vera sera ymiskt í bygdum og býum kring landið restina av vikuni – alt velst um, hvussu ættin fer við sær á staðnum.

(jú, tað er stuttligari viðhvørt at skriva um veðrið…)