At Klaksvíkingur hevur havt ymiskar óvæntaðar trupulleikar at dragast við báðar stevnurnar higartil hevur ikki gjørt tað lættari hjá ungu manningini at veruliga bjóðað Orminum Langa av, sum aftur í dag vann tryggan sigur hjá 10-mannaførunum. Á Norðoyastevnu hekk Klaksvíkingur fastur og til dagsins stevnu bleiv røðari skaddur og tí var eykamaður við.
Ormurin Langi legði seg á odda beinanvegin í Kollafirði, men hinir bátarnir fylgdu væl við fyrstu løtuna. Tá hálvur teinur var rógvin var Ormurin sloppin hálva bátslongd undan Klaksvíkingi og hesin munurin vaks í endaspurtinum til knappa bátslongd. Sostatt var munurin frá Orminum Langa til nummar 2 framvegis stórur hóast hann minkaði eitt sindur í mun til Norðoyastevnu.
Klaksvíkingur skift røðara í vikuni
Verandi føroyameistari, Klaksvíkingur, hevur sostatt ikki ordiliga bjóðað Orminum Langa av enn. Men umstøðurnar hava heldur ikki spælt við. Á Norðoyastevnu hekk báturin fastur fyrstu tøkini og í vikuni fekk ein røðari skaða sambært KVF, og tí mátti ein nýggjur maður, sum ongantíð áður hevur róð saman við hesi manningini, umborð til dagsins róður. Tað er neyvan optimalar fyrireikingar til ein róður. Um eina viku verður róð á Eystanstevnu í Runavík og so fáa vit at síggja, um Ormurin Langi fær størri kapping tá ella um blái báturin bara er ov væl fyri til at vit fáa spenning í 2018. Fyrstu tveir róðrarnir benda á tað seinna, hóast vit ikki hava sæð tað besta frá Klaksvíkingi enn vegna áðurnevndu umstøður.



