Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Taekwondo felagið Hwarang Føroyar aftur gjørt seg galdandi í barnakapping í Danmark

Jóhann Lützen

Felagið Hwarang Føroyar hevur í vikuskiftinum verið niðri í Keypmannahavn til summarkappingina “Get2Sport”, har 21 børn í felagnum luttóku í kappingini. Tilsamans kappaðust børnini í 151 dystum, og vunnu heilar 98 av teimun.

Tey 21 børnini vunnu tilsamans 11 gull, trý silvur og tvey bronsu-heiðursmerkir.

Umframt hetta frálíka úrslitið vóru tað tvey børn, ið kláraðu seg serliga væl. Talan var um Nitu á Lakjuni (8 ár) og Róa Høgnason Hansen (11 ár).

 

 

Síðani var tað Nita á Lakjuni, ið eisini gjørdi bart í Keypmannahavn, tá hon vann flest dystir í allari “Get2Sport” kappingini.

 

 

Ein av fyriskiparunum, Tommy Legind Mortensen skrivaði á Facebook vangan hjá “Dansk Taekwondo forbund”

 

 

Nita, Rói og hini børnini á ferðini venja Taekwondo saman við øðrum børnum í Hawarang Føroyar í Søldarfirði, har felagið fleiri ferðir um árið skipar fyri uttanlandaferðum, har kappast verður í øllum aldurbólkum.