Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Yvirlýsing: Norður Korea vil arbeiða fyri einari Koreanskari hálvoyggj uttan atomvápn

Jóhann Lützen

Donald Trump og Kim Jong Un hava í dag tikið týðandi stig at tryggjað heimsfriðin

Donald Trump og Kim Jong Un hava skrivað undir eina felags yvirlýsing. 

Teir eru samdir um. 

  • USA og Norður Korea binda seg til at virka fyri nýggjum relatiónum landanna millum í samsvari við ynski hjá teirra íbúgvum um frið og framgongd. 
  • USA og Norður Korea ganga saman í felag at virka fyri friði á tí Koreansku hálvoyggini. 
  • Norður Korea váttar Panmunjom-yvirlýsingina frá 27. apríl um at arbeiða fyri eini koreanskari hálvoyggj uttan atomvápn. 
  • USA og Norður Korea binda seg til at býta um jarðisku leivdirnar av krígsfangum og persónum, sum eru burturblivnir í bardaga.