Páll Fangi fekk harðari kapping enn fyrr í ár, men megnaði at vinna triðja sigurin á rað. Hjá Klaksvíkingi fingu vit helst endaliga staðfest, at báturin ikki verður við í kappingini um FM í ár.
Páll Fangi vann triðja róðurin á rað, men hesaferð var munurin aftur til nummar tvey nógv minni enn hinar stevnurnar. Eitt gott sekund aftanfyri kom Gongurólvur. Sostatt liggur Páll Fangi enn greitt á odda, men róðurin í dag kundi bent á, at FM kappingin ikki er avgjørd enn.
Hjá Klaksvíkingi kann staðfestast, at tað neyvan verður nakað FM í 2018. Báðar tær fyrstu stevnurnar vann Ormurin Langi við áleið einari bátslongd, men tá hevði Klaksvíkingur ikki bestu fortreytirnar. Tann munurin var tann sami í dag, hóast Ormurin Langi misti eina góða hálva bátslongd í startinum, tá hann hekk fastur. Klaksvíkingur endaði á 3. plássi í dag. Sostatt tykist ikki sannlíkt, at Klaksvíkingur veruliga fer at kappast um FM til tað seinasta í ár.
Fípan Fagra við barnaróðri dreingjum og Páll Fangi við kvinnum endaðu á 3. plássi í dag og fingu sostatt bronsu heiðursmerkir.


