Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Country & Blues Festivalurin hevur ásett dato fyri festivalin í 2019

Tíðindaskriv

Ongantíð fyrr hava so nógvir gestir vitjað Country & Blues Festivalin í Sørvági sum í ár.

Festivalurin varð hildin í framúr góðum veðri og viđ stórslignum konsertum.

Við nýggju country-appini og støðugari upplýsing á country-síðuni á facebook hepnaðist at gera festivalin sjónligan í radaranum.

Við metnógvum gestum og 180 kampingvognum er vikuskiftið farið afturum í øllum góðum. Onkrar broytingar vórðu gjørdar beint undan festivalinum, sum leiðslan fekk avgreitt, soleiðis at fólk mistu sum minst.

Nú er greitt, nær næsti Country & Blues Festivalur verður hildin. Fyrireikararnir hava gjørt av, at festivalurin í 2019 verður hildin í døgunum 14.-15. juni 2019.

Longu nú eru fólk farin at bíleggja pláss til kampingvognin til festivalin 2019. Tað skal gerast á mail jongerd@visitvagar.fo.