KÍ viðhaldsfólkini eru komin til Malta í ymiskum bólkum. Summir áskoðarar leggja nógv fyri og fara úr Føroyum í dag og vera væntandi á Malta í kvøld. Tí er eitt sindur trupult at meta um, hvussu nógv KÍ viðhaldsfólk vera til dystin í annaðkvøld, og vit vita eisini um føroyingar, sum ikki eru úr Norðoyggjum, men sum fara til dystin, tí teir eru á Malta í øðrum ørindum.
Telja vit leysliga saman, so er kanska hugsandi, at eini 50 føroyskir áskoðarar vera til dystin.


