Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Drupu lítla grind á Boroyarvík í nátt

Oliver Joensen

Ein grind varð funnin á Árnafirði um eitt tíðina í nátt, sigur Karl Johansen, sýslumaður.

Ætlanin var at reka hana inn í Hvannasund, men hon vildi ikki norður eftir. Hon tók sjógv á bak fyri Høvdan og Skorina. Tað var ikki meira enn at bátarnir fylgdu henni og kundu leggja fyri grindina tá hon var út fyri Borðoyarvík. Tað eydnaðist og hon gekk við sama lag inn á Hellisenda har 26 hvalir løgdu beinini.