Í grein í Fiskaren í dag er norski Professarin í Búskapi, Ola H. Grytten sera avgjørdur. At krevja inn resurserentu frá fiskivinnu og alivinnu er tað sama sum at dupult skatta vinnuna og tað krevur eina enorma almenna umsiting.
– Við 3,5 prosent í avkasti eftir inflatión vísir Gryttena á, at í veruleikanum er als eingin rusurserenta at skatta í tradiónellum fiskiskapið, sum sæð í eitt longri tíðarskeið ikki er meira lønsom enn aðrar vinnur.
– Fiskiskapurin eftir ymiskum fiskasløgum kann ikki samanberast og er skiftandi eftir árstíðunum, klima og mongd av tilfeingi. Tað krevur eina enorma almenna umsiting at umsita resurse rentuna, sigur hann.
– Skulu vit fáa rentuna inn frá øllum flotanum kostar tað í minstalagið 500 nýggj arbeiðspláss í almennu umsitingini og samstundis kemur hetta, at flyta ovurstórar nøgdir av pengum og midlum, úr lokaløkjum kring um í landinum, sum í dag liva av fiskivinnuni til Oslo og Bergen, har umsitingin hjá tí almenna heldur til.
Hægri gjøld hava tað við sær at vinnan í alsamt størri mun verður noydd til at finna alternativar loysnir, umvegir og smartar loysnir fyri at sleppa undan, at gjalda so nógv til tað almenna. Slíkar ”eykaskattaskipanir” elva til størri spekulatión, er niðurstøðan hjá Professaranum.
– Skipanir við innkrevjing av Resurserente føra til at vinnan missur hugin at fremja efektivisering og rationalisering, sum vit annars hava sæð í vinnuni tey seinastu árini.
– Hví ikki heldur effektivisera og rationalisera almennu umsitingina, sum jú livur av resurserentuni, sigur Grytten.
Ola Borten Moe úr norska ”Senterpartiets” er ikki ósamdur við norska professaran.
– Eg eri ímóti resurserentu í fiskivinnuni, tí vit hava hart brúk fyri lokalum kapitalistum sum hava orku til at draga samfelagið fram á leið, sigur hann við norska blaðið Fiskaren.



