Nýggjastu inntøkutølini hjá Taks vísa greitt at hóast einans 40% av fólkinum býr í Suðurstreymi ferð Tórshavnar Kommuna avstað við næstan 70% av meir inntøkunum sum kommunurnar fyrsta hálvár hava fingið frá búskaparvøkstrinum, sum fyrst og fremst er skaptur at uppisjóvar- og alivinnuni.
Í røðu løgmanns á Ólavsøku hevði Føroya Løgmaður enn einaferð peikifingurin á lofti móti vinnuni, sum hann hartaði fyri ikki at rinda nóg mikið til føroyska vælferðarsamfelagið. Síðan endurtók hann boðskapin um at sitandi samgonga hevði gjørt Føroyar til eitt javnari samfelag.
Løgmaður:
“….førdu Føroyar inn í nútíðina og brynja okkum til framtíðina. Við broytingum í fiskivinnuni, alivinnuni, pensjónsøkinum og við skattaumleggingini hava vit tryggjað, at tað verður tryggari, liviligari og javnari í Føroyum. Nýggjastu tølini eru frá 2016, og síðani tað hava fleiri átøk minkað enn meiri um ójavnan.
Hetta var eisini eitt av endamálunum við nýggju fiskivinnuskipanini: At býta tað, sum tilfeingið gevur, javnari og rættvísari…….
Men nú fiskivinnuskipanin hevur virkað í hálvt ár vísa nýggjastu tølini frá Taks, at Tórshavnar Kommuna fær næstan 70% av inntøkuvøkstrinum, sum kommunurnar hava fingið í skattainntøkum.
Inntøkurnar hjá kommununum frá januar til og við juni eru vaksnar tilsamans 33 mió. kr.. Av hesum vøkstrinum sum hevur verið higartil í ár fær Tórshavnar Kommuna 22 milliónir krónur. Talan er um fyribils-inntøkuskattatøl og tey kunnu broytast.
Havast skal eisini í hug at borgarar í Tórshavnar Kommunu rinda í miðal hálvt annað prosent minni í kommunuskatti enn borgarar í øðrum føroyskum kommunum.



