Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Løgtingsformaðurin: – Hergeir er ein av føroya allar drúgvastu og tyngstu polittikarum í nýggjaru tíð

Jóhann Lützen

Vit prenta røðuna sum Páll á Reynatúvu hevði í dag, tá málningur av fyrrverandi løgtingsformannium Hergeir Nielsen varð avdúkaður í dag.

 

Góði Hergeir!

Góðu tit sum samankomin eru her. Hjartaliga vælkomin!

Landsstýrismaður sum blaðungur í 1978. Síðani tingmaður í væl yvir 20 ár. Valdur tingformaður í fleiri umførum. Seinast í 2011.

Gløgga vitið fevnir víða, og áhaldandi leitan eftir vitan, kunning, og framburði, vóru sereyðkennir hjá Hergeiri sum polittikara, og eg ivist ikki í at tey eru tað enn.

Útbúgvin lærari á ungum árum, skrivaði Hergeir seg í 1987 inn í skaran av løgtingsformonnum við læraraútbúgving. Síðani amtmaðurin varð varpaður á dyr í 1923, eru 8 av teimum 23 tingformonnunum higartil, útbúnir lærarar.

Hergeir Nielsen er tjóðveldismaður um ein háls. Suðuroyarhjartað, sum er stórt, er minist líka stórt tjóðskaparhjarta, og royndin at vinna landinum fram í frælsa støðu, er helst størsti polittiski bulurin hjá Hergeiri.

Eyðkent fyri Hergeir, setir hann seg væl inn í málini, sum hann viðger, og røðurnar hjá Hergeiri á Tingi, skaraðu framúr, tá um fynd, djúphugsni, og perspektivering ræður. Sjálvandi freistist eg til at siga, at stutt viðhvørt kundi vera millum háfloygdu røðurnar um uttanríkispolitikk, og um ferðaætlanina hjá Smyrli, men tað hoyrdi líkasum við.

Hergeir Nielsen er giftur Hannu, og eiga tey trý børn. Marjus, Helena, og Bjarta.

Skipanin er soleiðis at tað er fráfarni løgtingsformaðurin sjálvur, sum velur listafólkið at avmynda seg. Tað berst listamanninum frá at vera her í dag, men vinmaður Hergeir, Signar á Brúnni, er her at umboða listamannin, Jógvan Andreas á Brúnni.

Eg ynski Hergeiri Nielsen og familju hansara blíðan byr á lívsleiðini.